Felags innritingarsíða

 Bert ein háttur at innrita, bert ein lykil og bert ein kota

Í øðrum londum hava ringar royndir verið av at leggja inn innritingarmyndina á sjálva heimasíðuna hjá tænastuveitarum, tí so mugu allir tænastuveitarar tillaga heimasíður sínar, tá ið broytingar verða gjørdar í talgilda samleikanum.

Tí verður ein felags innritingarsíða ment, og tænastuveitarum nýtist einans at hava eina leinkju til hesa innritingarsíðuna á heimasíðu síni. Tá ber til at verkseta nýggjar innritingarhættir, t.d. eitt borgarakort, uttan at tænastuveitarar skulu gera nakrar tillagingar.

Eisini verður møguligt at innrita eina ferð og skifta ímillum heimasíðurnar hjá ymiskum tænastuveitarum, uttan at skula innrita umaftur. Tá verður gjørligt at menna samansjóðaðar tænastur, har borgarin innritar á t.d. TAKS, og síðan verður førdur víðari til Heilsuverkið, uttan at skula innrita umaftur.

Innritingarsíðan verður grundað á opnar standardir, soleiðis at tað eisini verður gjørligt at innrita á t.d. Amazon við føroyska, talgilda samleikanum.

Tað verður tó ikki eitt krav, at tænastuveitarar skulu nýta felags innritingarsíðuna.

Share