Lyklaumsiting

Amboð til at umsita talgildar samleikar

Tá ið ein borgari skal hava ein talgildan samleika útflýggjaðan, er neyðugt at møta persónliga og vísasamleikaprógv á staðnum. Borgarin fær tá ein byrjanarpakka við SIM-korti ella lyklakorti og ein faldara við nýtsluvegleiðing.

Tað er ikki gjørt av, hvar borgarin skal møta fyri at fáa talgilda samleikan, men hetta kundi t.d. verið í peningastovni, telebúð ella á einum almennum stovni.

Møguliga verður eisini gjørligt at biðja um ein talgildan samleika á netinum, og so verður byrjanarpakkin sendur við posti til adressuna, ið er skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Ein slík skipan má góðkennast av Fíggjareftirlitinum, tí talgildi samleikin má lúka krøv um hvítvasking o.a. fyri at kunna nýtast í netbankanum.

Tað verður neyðugt at menna skipanir til lyklaumsiting til starvsfólkini, sum útflyggja talgilda samleikan. Starvsfólkini skulu eisini kunna steingja ein samleika, um borgarin hevur mist sítt SIM-kort burtur ella hevur mistanka um misnýtslu.

Ein heimasíða skal eisini mennast, sum greiðir frá talgilda samleikanum og loyvir brúkaranum sjálvum at umsita sín samleika, t.d. at broyta loyniorð og steingja samleikan.

Share
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum