Virkissamleiki

Fyritøkur kunnu trygt lata upplýsingar millum sín

Seinnu árini hava føroyskar fyritøkur og almennir stovnar ment sínar skipanir, og fleiri arbeiðspláss eru í dag nærum pappírsleys.

Áður sendu fyritøkur og tað almenna upplýsingar millum sín við at taka avrit av skjølum, og hesi somu skjøl vóru skjalfest í ringbindum fleiristaðni sum skjalprógv fyri arbeiði og gjørdar avtalur millum partar.

Í kjalarvørrinum á tøkniligu menningini hevur ein valt at kopiera hesa arbeiðsgongd, so at tað oftast eru somu upplýsingar, sum verða goymdar talgilt fleiri ymisk støð. Tá ið upplýsingar verða dagførdar einastaðni, men ikki allastaðni, koma tó støður í, har upplýsingar eru skeivar.

Tað er ynskiligt at fáa skil á hesum, so at upplýsingar verða goymdar á einum og sama stað, har hetta er gjørligt, so meðan partarnir, sum hava heimild og tørv, kunnu fáa atgongd til teirra og kunnu nýta tær. Tí er tørvur á at kunna flyta upplýsingar millum ymisku skipanirnar hjá fyritøkum og stovnum á ein einfaldan og tryggan hátt.

Somuleiðis hevur borgarin tørv á at kunna eyðmerkja eina fyritøku ella skipan, soleiðis at tryggjað verður, at tær upplýsingar, sum verða lætnar, verða lætnar røttu fyritøkum og stovnum. Som partur av myndlinum fyri talgilda samleika er tí tørvur at seta í verk ein virkissamleika.

Share