Samandráttur av strategiini

Tak niður skjalið um strategiina fyri Talgilda Samleikanum (PDF)

Arbeiðsbólkurin viðvíkjandi Talgilda Samleikanum viðmælir, at ein talgildur samleiki fyri føroyska samfelagið verður settur á stovn skjótast gjørligt. Føroyskar fyritøkur, borgarar og tað almenna hava ein skjóttvaksandi tørv á at kunna samleikaprógva seg talgilt fyri hvørjum øðrum tá umræður talgilt samskifti av upplýsingum. Harafturat er tørvur á at kunna seta eina løgfrøðiliga bindandi talgilda undirskrift á løgfrøðiliga bindandi skjøl.

Arbeiðsbólkurin viðmælir at føroyska loysnin til talgildan samleika skal stovnsetast sum ein miðspjadd (desentraliserað) loysn, har borgarin varðveitir sín persónliga lykil fysiskt í einu chippi á einum borgarakorti, lyklakorti ella simkorti. Loysnin skal stovnsetast fysiskt í Føroyum undir almennum ognarrætti. Loysnin skal stovnsetast við at nýta so nógva føroyska vitan og royndir sum gjørliga, tó at partar av loysnini skulu keypast, av tí at serliga týðandi partar av trygdarskipanini longu eru uppfunnir og altjóða viðurkendir. Viðmælt verður tí ikki at hesir partar skulu mennast av nýggjum.

Arbeiðsbólkurin viðmælir, at talgildi samleikin setist á stovn við einum trygdarkjarna grundaður á eina miðspjadda loymlagoymslu saman við hesum 8 pørtunum:

  • Borgara- og lyklakort
  • Mobil ID
  • Lyklaumsiting
  • Felags innritan
  • Skjalaundirskrift
  • Virkissamleiki
  • Starvsfólkasamleiki
  • Fulltrúi

Ein Talgild Samleika loysn kann væntandi verða sett á stovn í Føroyum um 4-5 ár, frá tí at endalig avgerð verður tikin og tann neyðugi (ØKONOMI ER BEVILLIGET).

Viðmælt verður at loysnin setist á stovn í 3 fasum. Fasa 1 umfatar Mobil ID, Lyklaumsiting, Felags innritan. Tá hesir partar eru stovnsettir er loysnin klár at takast í nýtslu til vanligt samleikaprógv millum borgara og tað almenna og fyritøkur. Mett verður at fasa 1 er klár 1,5-2 ár eftir verkætlanarbyrjan.

Fasa 2 umfatar Borgara- og lyklakort og Skjalaundirskrift, um hesir partar ynskjast settir á stovn. Fasa 2 kann byrja samstundis sum fasa 1 og mett verður at fasa 2 er klár 1,5-2 ár eftir verkætlanarbyrjan.

Fasa 3 umfatar Virkissamleika, Starvsfólkasamleika og Fulltrúi. Fasa 3 kann byrja eftir at fasa 1 er fullførd, og er væntandi klár 1,5-2 ár eftir verkætlanarbyrjan.

Arbeiðsbólkurin metir at samlaði kostnaðurin í sambandi við verkætlanina býtt yvir árini 2015-2020 til at vera:

Stovnseting: uml. 20 mio. kr. yvir 3 ár
Rakstur og varðveiðsla: uml. 5 mio. kr. árliga

Afturat hesum koma kostnaðir í sambandi við útvegan av ávikavist Borgarakort og nýggjum Sim-kortum. Metti kostnaðurin fyri hesi er uml. 15 mio. fyri borgarakort og uml 2,7 mio. fyri Sim-kort.

Share