Betri og lættari fyri borgarar og vinnu -
bíligari fyri samfelagið
Stór menning fer fram innan KT og talgilding, og Føroyar eru í fremstu røð á summum økjum. Eitt nú kunnu nevnast Talgilda Heilsuskipanin og Búskaparskipan Landsins.
Í Føroyum er talgildingin tó í mestan mun farin fram á tann hátt, at einstøku stovnarnir hvør í sínum lagi hava ment sítt talgilda virksemi, heldur enn eftir eini yvirskipaðari ætlan og kós til frama fyri alt føroyska samfelagið.
Avleiðingin er, at á summum økjum og geirum eru KT-skipanir ikki nútímansgjørdar og samskifta ikki sínámillum, og vit eru eftirbátur, tá ið tað ræður um talgildar tænastur, har borgarar og vinna kunnu avgreiða síni viðurskifti á netinum.
Hetta merkir, at vit hava tungar og tíðarkrevjandi arbeiðsgongdir og nógv dømi um dupultfunktiónir. Hetta hevur við sær, at óneyðug arbeiðsorka, tíð og peningur verða nýtt. Tilfeingið, sum kundu verið brúkt øðrvísi og meira skynsamt.
Føroyar hava møguleikan at gerast eitt undangonguland innan talgilding av tænastum, um røttu fyritreytirnar eru til staðar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava í felag tikið stig til verkætlan, og ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina 5-ára ætlan fyri at talgilda almennar tænastur. Átakið hevur heitið: Talgildu Føroyar.
Høvuðsmál í ætlanini eru:
- At borgarar og virki kunnu samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna - eitt nú um borgara- og virkisportalar.
- At tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum
- At veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar
Yvirskipaða málini eru at:
- Nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum
- Útvega fyritreytir fyri effektiviseringum í almenna geiranum
- Skapa størri kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku
Talgildu Føroyar
Føroyar verða undangonguland við høgum tænastustigi, skynsamari fyrisiting og framúr vakstrarumstøðum
- Ein felags portalur skal gera tað lætt, skjótt og trygt at røkka almennum og privatum tænastum
- Talgildar loysnir skulu stimbra undir skynsama og bíliga umsiting
- Tað skal vera trygt at samskifta, keypa og selja á netinum
- Talgildu Føroyar skulu eggja til nýskapan og vøkstur
Heildarætlanin hevur til endamáls í samstarvi við allar áhugapartar at gera ítøkiligt tilmæli til, hvussu talgildingin kann skipast trygt, skjótt og so einfalt, sum til ber. Tilmælini eru mong í tali, og tey gerast fleiri og neyvari so hvørt, sum verktætlanin verður nágreinað í heyst. Men teir heilt grundleggjandi partarnir, sum arbeitt verður við, eru hesir fýra:
Talgildar Tænastur: Tilmæli um ein felags portal, sum skal tryggja, at borgarar og vinna skjótt og einfalt kunnu gagnnýta almennar og vinnuligar tænastur.
Talgildur Samleiki: Ein loysn fyri eitt trygt login og eina talgilda undirskrift, ið hóskar til føroyska samfelagið.
KT-arkitekturur og grundskráir: Tilmæli um tryggan dátuflutning, sum gera, at øll kunnu gagnnýta somu grundskráir, og upplýsingar bara skulu latast eina ferð.
Myndugleiki og bygnaður: Tilmæli um skipan av bygnað til verksetan av talgildingarátøkunum. Og tilmæli um framtíðar bygnað til menning og rakstur av Talgildu Føroyum.