Meginreglur
Upplýsingar skulu bara latast eina ferð
Myndugleikar kunnu ikki krevja upplýsingar, sum longu finnast í almennum skráum
Hetta skal gera tað tryggari, minka um dupultarbeiði og ikki minst gera tað einfaldari at samskifta við myndugleikar og aðrar tænastuveitarar.
Í dag eru almennar upplýsingar sum navn og bústaður skrásettar í uml. 20 ymiskum skráum. Tað er tvørligt hjá øllum at halda viðlíka, og nógvir feilir koma, tí at upplýsingar ikki vera dagførdar. Tí skulu øll draga almennar upplýsingar úr somu skráum.
Tú eigur tínar persónligu upplýsingar
Tað verður ásett í lóg, hvørjar grundskráirnar eru, hvør hevur ábyrgd av at viðlíkahalda tær, og hvørt upplýsingarnar eru almennar, ella um borgarin í hvørjum føri sær skal geva loyvi til, at upplýsingarnar verða brúktar av einum øðrum myndugleika.
Talgildingin skal einfalda umsitingina
Endamálið við at talgilda skal altíð vera at tryggja mest einføldu, tryggu og skynsomu loysnina. Tað ber í sær, at umsitingarligar siðvenjur, reglur, mannagongdir og bygnaðir mugu endurskoðast, og um neyðugt tillagast, tá ið tænastur verða talgildar.
Talgildingin skal vera samskipað
Almennir myndugleikar hava skyldu at samstarva um at menna talgildar tænastur, millum annað eina felags inngongd, haðani borgarin ella fyritøkan, kann velja tær almennu tænasturnar, sum viðkomandi skal brúka.
Ein talgildur samleiki og ein felags innritan
Í framkomna talgilda samfelagnum skal bera til at brúka somu innritan til allar almennar tænastur, og til tær privatu tænasturnar, sum knýta seg í felags kervið.
Ein evsti almennur myndugleiki borgar fyri trygd og góðsku
Føroyum tørva eina samsskipaða dátutilbúgving, og hetta gerst alt meiri átrokandi so hvørt, sum føroyska samfelagið og heimurin allur verður meira talgildur.
Tí er neyðugt at ein myndugleiki fær evstu ábyrgd av samlaðu KT-trygdini og myndugleika at seta neyðug krøv til teirra, sum skulu veita føroyingum talgildar tænastur á felags kervinum.
Borgarin í miðdepilin
Loysnirnar koma at laga seg eftir tí, sum kennist náttúrligt og einfalt hjá brúkarunum. Tí kunnu tað eisini vera fleiri vegir til somu tænastur, so at tú kanst velja, um tú brúkar høvuðssíðuna, ella fert við fartelefonini ella teldli beint til ta tænastuna, sum tær tørvar.
Krøv verða sett til góðan og tilvitaðan málburð á teimum pallum, sum bjóða talgildar tænastur. Hetta er eitt øki í støðugari menning, og tí er eisini neyðugt framhaldandi at raðfesta føroyska málið á føroyskum heimasíðum og tænastum hjá føroyskum myndugleikum, bankum og øðrum, ið ynska at gagnnýta almenna kervið. M.a. skulu knøttar og valmyndir, ið ganga aftur á nógvum ymiskum síðum, navngevast við umhugsni, og so vítt til ber samskipast og endurnýtast, so at tænasturnar verða greiðar, samanhangandi og einfaldar at nýta.
Alt sum kann, skal verða útveitt
Talgildingin av samfelagnum førir við sær nógvar nýggjar vitanartungar uppgávur og gevur grundarlag fyri at menna nýggjar KT-loysnir, ið hóska til smá samfeløg. Talgildingin er tí eitt givið høvið at styrkja og fjølga um føroysku KT-vinnuna í breiðastu merking. Les meira um útveiting her.
Talgilding fyri øll
Eingin skal verða forðaður at fáa lut í talgildu Føroyum. Talgildingin skal hinvegin gera tað lættari hjá teimum, ið bera brek, ið eru førleikaskerd, ella sum eru stødd á útoyggj, til skips ella uttanlands at brúka almennu tænasturnar.
Skipanirnar mugu taka atlit til, at fólk flyta til Føroyar, sum enn ikki eru stinn í føroyskum máli. Hjá teimum má bera til at fáa somu atgongd til tænasturnar á enskum. Hetta kann hjálpa tilflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum.
Harafturat kann tað gera tað skjótt og einfalt at brúka føroyskar loysnir í øðrum londum, og tað verður tí lættari hjá føroyskum mennarum at útflyta føroyskar skipanir.