Talgildu Føroyar søkja eftir fólki
Arbeiðið við Talgildu Føroyum er av álvara er farið í gongd. Tí verður søkt eftir fimm starvsfólkum. Talan er um fimm avbjóðandi størv, til eina av týdningarmestu, størstu og mest framsøknu KT-verkætlanum í Føroyum nakrantíð.
Verkætlanarleiðari til Samleikan
Søkt verður eftir einum fólki at leiða verkætlanina Samleikin. Sum verkætlanarleiðari kemur tú at standa fyri at leiða arbeiðið við at seta í verk ein talgildan samleika fyri Føroyar. Les meira um starvið.
Verkætlanarleiðari til Grundardátur
Søkt verður eftir einum fólki, at leiða verkætlanina Grundardátur. Sum verkætlanarleiðari fyri grundardátur kemur tú at standa fyri at leiða arbeiðið við at menna og seta í verk grundardáturnar, t.e. persónsskrá, virkisskrá, ognarskráir og kortskráir. Les meira um starvið.
Ábyrgdarfólk til Samleikan
Søkt verður eftir einum ábyrgdarfólki til Samleikan. Sum ábyrgdarfólk fært tú ábyrgd av, at Samleikin verður rikin skynsamt og trygt, og at loysnin støðugt verður ment í tøttum samstarvi við onnur ábyrgdarøki á Gjaldstovuni. Les meira um starvið.
Ábyrgdarfólk til Tænastur og portalar
Søkt verður eftir einum fólki at virka sum ábyrgdarfólk til Tænastur og portalar. Sum ábyrgdarfólk, kemur tú fyrstu tíðina, at leiða verkætlanina, og tá loysnin er sett í verk, fært tú ábyrgd fyri at tryggja, at loysnirnar verða riknar skynsamt og trygt, og at standa fyri at loysnirnar støðugt verða mentar. Les meira um starvið.
Løgfrøðiligur ráðgevi
Søkt verður starvsfólki, at taka sær av løgfrøðiliga partinum av Talgildu Føroyum. Sum løgfrøðiligur ráðgevi kemur tú at standa fyri at smíða tað lógar- og regluverk, sum er neyðugt fyri at fremja átøkini í Talgildu Føroyum, og at tryggja loysnirnar eru í tráð við lóggávuverkið. Les meira um starvið.