Ábyrgdarfólk til Tænastur og portalar

Søkt verður eftir einum fólki at virka sum ábyrgdarfólk fyri Tænastur og portalar. Sum ábyrgdarfólk skalt tú fyrstu tíðina leiða verkætlanina Tænastur og portalar. Uppgávurnar minna um tær, sum eru nevndar undir verkætlanarleiðslustørvunum.

Sum ábyrgdarfólk fært tú ábyrgd av at tryggja, at loysnirnar verða riknar skynsamt og trygt, og kemur at standa fyri, at loysnirnar støðugt verða mentar.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. hesar:

  • samskipa og samskifta við allar áhugapartar, so at Tænastur og portalar røkkur sínum endamáli, sum felags inngongd fyri allar borgarar og virki í Føroyum
  • samstarva við aðrar partar av Talgildu Føroyum, m.a. um Heldina og Samleikan
  • at seta seg inn í loysnirnar, m.a. arkitektur, funktionalitet og lisensir
  • standa fyri at gera og halda viðlíka rakstraravtalur og tænastuavtalur (SLA) við veitarar
  • skipa og menna support-økið
  • hava ábyrgd av, at trygdin er nøktandi, m.a. skipa fyri skoðan og at seta í verk trygdartiltøk
  • hava ábyrgd av framtíðar menning, m.a. at fylgja við í tí menning sum er á økinum, og luttaka í bólkum og felagsskapum, sum fáast við hetta fakøki

Lesið meira um Tænastur og portalar her

Førleikar og útbúgving 

Tú skalt hava holla vitan og royndir við verkætlanarleiðslu og vitan og royndir við KT-rakstri og KT-trygd. Tað er eisini fyrimunur, at tú hevur vitan og royndir at skipa formliga útveiting av uppgávum, og at samráðast og samskifta við teir veitarar, sum útveitt er til.

Tað er fyrimunur, hevur tú viðkomandi útbúgving á kandidat- ella bachelor stigi innan KT, samskifti, organisatión ella líknandi.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður helst flokkað eftir BLF-sáttmálanum, AKF-sáttmálanum ella Starvsmannafelagssáttmálanum. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving, tú hevur, umframt møguleika fyri serligari viðbót.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 160 Argir ella við teldubrævi til talgildu@talgildu.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “Starvsfólk til Talgildu Føroyar” viðmerkt hvat av størvunum sum søkt verður um.

Umsóknarfreistin er 16.11.2016 á middegi. Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Gjaldstovuna, Nicolai Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, sum er at hitta á nicolai.balle@gjaldstovan.fo ella á 792424.

Talgildu Føroyar

Er verkætlan, sum Fíggjarmálaráðið varar av, og er skipað á Gjaldstovuni. Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, sum allar almennar tænastur – og tær vinnuligu tænastur, sum vilja tað – fara at brúka.

Tað eru 4 høvuðstættir í Talgildu Føroyum: Samleikin, Tænastur og Portalar, Heldin og Grunddáta. Lesast kann meira um Talgildu Føroyar her

 

KT Landsins

Er deild á Gjaldstovuni, sum hevur uppgávuna at veita almennum stovnum KT-tænastur og at samskipa KT, so almennu Føroyar fáa munadyggar KT-loysnir.

KT Landsins hevur ábyrgd av at reka og menna Landsnet og Búskaparskipan Landsins. KT Landsins fer eisini at hava ábyrgd av at reka og víðarimenna einstøku partarnar í Talgildu Føroyum, tá ið teir eru settir í verk. Les meira um KT landsins her

Share