Løgfrøðiligur ráðgevi
Søkt verður starvsfólki at taka sær av løgfrøðiliga partinum av Talgildu Føroyum. Løgfrøðiligi ráðgevin fer at standa fyri at smíða tað lógar- og regluverk, sum er neyðugt fyri at fremja átøkini í Talgildu Føroyum, og at tryggja, at loysnirnar eru í tráð við lóggávuverkið.
Høvuðsuppávurnar eru at:
- Standa fyri arbeiðinum, at gera eina nýggja talgildingarlóg,
- Standa fyri og samskipa lóggávuarbeiðið fyri verkætlanirnar Heldin og Samleikin.
- Luttaka í tvørgangandi lógararbeiðið í stjórnarráðunum og stovnum, sum stendst av átøkunum í Talgildu Føroyum
- Framhaldandi menna og halda viðlíka lógarøkið í Talgildu Føroyum
- Ráðgeva í sambandi við at Gjaldstovan skal gera sáttmálar, bæði tá ið talan er um sáttmálar við veitarar og sáttmálar fyri tær veitingar, sum Gjaldstovan letur.
Førleikar og royndir
Tú skalt hava holla vitan um løgfrøði og at gera sáttmálar, og helst skalt tú eisini hava arbeiðsroyndir við løgfrøði og sáttmálum. Tú skalt hava útbúgving í løgfrøði ella líknandi, í minsta lagi á bachelor stigi.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður helst flokkað eftir BLF sáttmálanum. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving, tú hevur.
Starvið verða skipað í Talgildu Føroyum, og tú vísir til verkætlanarstjóran fyri Talgildu Føroyar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 160 Argir ella við teldubrævi til talgildu@talgildu.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “Starvsfólk til Talgildu Føroyar” viðmerkt hvat av størvunum sum søkt verður um.
Umsóknarfreistin er 16.11.2016 á middegi. Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Gjaldstovuna, Nicolai Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, sum er at hitta á nicolai.balle@gjaldstovan.fo ella á 792424.
Talgildu FøroyarEr verkætlan, sum Fíggjarmálaráðið varar av, og er skipað á Gjaldstovuni. Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, sum allar almennar tænastur – og tær vinnuligu tænastur, sum vilja tað – fara at brúka.
Tað eru 4 høvuðstættir í Talgildu Føroyum: Samleikin, Tænastur og Portalar, Heldin og Grunddáta. Lesast kann meira um Talgildu Føroyar her | KT LandsinsEr deild á Gjaldstovuni, sum hevur uppgávuna at veita almennum stovnum KT-tænastur og at samskipa KT, so almennu Føroyar fáa munadyggar KT-loysnir.
KT Landsins hevur ábyrgd av at reka og menna Landsnet og Búskaparskipan Landsins. KT Landsins fer eisini at hava ábyrgd av at reka og víðarimenna einstøku partarnar í Talgildu Føroyum, tá ið teir eru settir í verk. Les meira um KT landsins her |