Verkætlanarleiðari til Grundardátur
Søkt verður eftir einum fólki at leiða verkætlanina Grundardátur. Umframt hesa verkætlanina, kann seinni eisini gerast talan um at leiða aðrar verkætlanir í Talgildu Føroyum.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a. hesar:
- Skipa, manna og gera ætlanir fyri verkætlanina
- Handfara áhugapartar og váðar
- Leiða starvsfólkini í verkætlanini
- Samskifta við og rapportera til stýrisbólk og verkætlanarstjóra fyri Talgildu Føroyum
- Hava fíggjarliga ábyrgd av verkætlanini, m.a. leggja fíggjarætlan saman við verkætlanarstjóra, gera og góðskutryggja verkætlanarroknskap.
- Luttaka saman við hinum verkætlanarleiðarunum í strategiskum spurningum viðvíkjandi Talgildu Føroyum.
Lesið meira um grundardáta her
Førleikar og útbúgving
Tú skalt hava holla vitan um og royndir við verkætlanarleiðslu, og skalt í hesum sambandi vísa á royndir sum verkætlanarleiðari av verkætlanum, sum í vavi og innihaldi minna um hesa verkætlanina.
Tú skalt eisini hava kunnleika um, og helst royndir við at brúka verkætlanarleiðsluamboð og -háttalag. Tað er eisini fyrimunur, kennir tú til at menna og seta í verk loysnir, sum eru avbjóðandi, tá ið talan er um KT, men eisini fyriskipanarliga, løgfrøðiliga og politiskt.
Tað er fyrimunur, hevur tú viðkomandi útbúgving á kandidat- ella bachelor stigi innan KT, samskifti, organisatión ella líknandi.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 4 ár. Starvið verður helst flokkað eftir BLF-sáttmálanum, AKF-sáttmálanum ella Starvsmannafelagssáttmálanum.
Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving tú hevur, umframt møguleika fyri serligari viðbót. Starvið verður skipað í Talgildu Føroyum, og tú kemur at vísa til verkælanarstjóran fyri Talgildu Føroyar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 160 Argir ella við teldubrævi til talgildu@talgildu.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “Starvsfólk til Talgildu Føroyar” viðmerkt hvat av størvunum sum søkt verður um.
Umsóknarfreistin er 16.11.2016 á middegi. Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Gjaldstovuna, Nicolai Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, sum er at hitta á nicolai.balle@gjaldstovan.fo ella á 792424.
Talgildu FøroyarEr verkætlan, sum Fíggjarmálaráðið varar av, og er skipað á Gjaldstovuni. Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, sum allar almennar tænastur – og tær vinnuligu tænastur, sum vilja tað – fara at brúka. Tað eru 4 høvuðstættir í Talgildu Føroyum: Samleikin, Tænastur og Portalar, Heldin og Grunddáta. Lesast kann meira um Talgildu Føroyar her | KT LandsinsEr deild á Gjaldstovuni, sum hevur uppgávuna at veita almennum stovnum KT-tænastur og at samskipa KT, so almennu Føroyar fáa munadyggar KT-loysnir. KT Landsins hevur ábyrgd av at reka og menna Landsnet og Búskaparskipan Landsins. KT Landsins fer eisini at hava ábyrgd av at reka og víðarimenna einstøku partarnar í Talgildu Føroyum, tá ið teir eru settir í verk. Les meira um KT landsins her |