Talgildur9219

Virkisrøktari til Talgildu Føroyar

Talgildu Føroyar eru flaggberi innan føroyska talgilding og ein týðandi lutur í gerandisdegnum hjá føroyingum. Fyri framhaldandi at kunna gera eitt gott arbeiði sóknast vit nú eftir tær, sum við tænastusinni og innliti í kt kann tryggja, at loysnir okkara verða breiddar út og gagnnýttar í øllum samfelagnum.

Um starvið

Høvuðsuppgáva tín sum virkisrøktari (key account manager) verður at standa fyri samskiftinum við okkara tænastuveitarar, tað eru fyritøkur, almennir stovnar og kommunur, sum brúka loysnirnar í Talgildu Føroyum til at veita tænastur til sínar kundar. Talan er um á leið 100 tænastuveitarar og fleiri eru á veg.

Til tess fert tú at:

  • hava ábyrgd av samskifti og samstarvi við tænastuveitarar
  • ráðgeva í nýtslu av loysnunum, m.a. skipa fyri verkstovum og gera vegleiðingar
  • skráseta og viðlíkahalda skjøl og vegleiðingar um m.a. prísir og íbindingar
  • samskipa knýti millum loysnir hjá Talgildu Føroyum og tænastuveitarum
  • standa fyri útbreiðslu av loysnunum
  • skipa og viðlíkahalda felags kundaskrá.

Sum partur av okkara toymi fært tú ein virknan leiklut í okkara stremban eftir at talgilda Føroyar. Vit arbeiða nógv í toymum og verkætlanum, og tú skalt tískil vera til reiðar at arbeiða við øðrum enn tínum egnu uppgávum. Vit virka í einum fjøltáttaðum og skiftandi umhvørvi, har samstarv og ábyrgd eru stórur partur av framgongdini.

Um teg

Fyri at røkja starvið mást tú hava áhuga fyri sølu og tænastu og innlit í kt. Fakliga forvitin ert tú og dugir at seta teg inn í talgilda tørvin hjá tænastuveitarum. Vit samskifta nógv við útlendskar veitarar, og tí mást tú umframt føroyskt duga enskt.

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, ert ágrýtin og vilt seta eina góða talgilda kós fyri Føroyar.

Tú dugir væl at skipa títt arbeiði, hevur ein fínan greinandi ans og kanst taka sjálvstøðugar avgerðir. 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú verður partur av rakstrareindini men fer eisini til tíðir at loysa aðrar uppgávur í Talgildu Føroyum.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Simonsen, rakstrarleiðara á jonsvein@talgildu.fo ella á 22 80 63, ella Nicolai Mohr Balle, deildarstjóra, á nicolai@talgildu.fo ella á 79 24 24.

Umsóknarfreistin er 13. januar 2025

Send okkum umsókn tína við avritum av prógvum og møguligum viðmælum til starv@talgildu.fo og viðmerk ”Virkisrøktari”.

  • Les meira um at arbeiða í Talgildu Føroyum

    Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni. Vit húsast í Albert Hall á Argjum.

    Vit – tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

    Talgildu Føroyar hava ábyrgd av almennu føroysku talgildingini. Vit orða heildarætlanir, samstarva við kommunur og vinnu, umboða Føroyar uttanlands innan talgilding, og reka og menna Samleikan, Vangan, Mínboks, Skjáttuna, Heldina og Virkið. Vit arbeiða við verkætlanarleiðslu, rakstri, løgfrøði, samskifti, UX greining, sølu og tænastu.

    Við tær eru vit 13 fólk í Talgildu Føroyum. Saman við føroyskum og útlendskum kt-veitarum samstarva vit við tænastuveitarar, sum eru knýttir ella ynskja at knýta seg í loysnirnar hjá okkum. Hetta eru almennir stovnar, kommunur og fyritøkur. Umframt tænastuveitararnir eru kundar okkara tey fleiri enn 46.000 fólkini, ið hava skrásett sær Samleikan.

Share

Freistin er 13. januar

Kalendari