Á Vanganum eru ymisk hjálpiamboð tøk til tey, ið hava ymiskar avbjóðingar við t.d. hoyrn og sjón.
Myndin, sum er víst niðanfyri, er at finna inni á Vanganum, og her kanst tú velja ymsu hjálparamboðini.
- Knappastýring
Allar funkur á Vanganum kunnu brúkast við knappastýring. Tað vil siga, at tú ikki nýtist brúka músina. Tú kanst heldur brúka allar funkurnar við at trýsta á knappaborðið. - Fá tekstirnar lisnar upp
Fyri tey, sum hava trupulleikar við at lesa ella ikki síggja væl, er møguleiki fyri at fáa tekstirnar á Vanganum lisnar upp. - Litmótsetningar
Teksturin á Vanganum er gjørdur soleiðis, at tað er kontrastur á litunum. Hetta er gagnligt fyri øll, og alneyðugt fyri tey, sum sum eru sjónveik ella litblind. Tú kanst velja, hvussu stóran litmótsetning tú vilt brúka. - Hálýs leinkjur
Tú kanst hálýsa leinkir. Hetta hjálpir tær, um tú ikki sært væl og vil síggja betri, hvar tað er møguligt at trýsta á leinkjur. - Størri tekstur
Tú kanst gera tekstin størri, um tú ikki sært væl. - Tekstfjarstøða
Tú kanst gera fjarstøðuna á tekstinum størri. - Steðga livandi myndum
Tú kanst steðga livandi myndum, sum t.d. video. - Hjálp til orðblind
Tú kanst velja eina serliga skrift, sum er gagnlig fyri orðblind. Skriftin hevur eitt serstakt snið, sum ger tað lættari hjá orðblindum at lesa. - Vísari
Vísarin frá músini kann gerast størri, so at hann er lættari at síggja.