Um okkum
Í Talgildu Føroyum menna og reka vit talgilda undirstøðukervið í Føroyum til frama fyri alt samfelagið. Vit eru partur av Gjaldstovuni.
Endamálið er at veita borgarum, vinnu og almenna geiranum tryggar og samanhangandi loysnir, ið gera tað lættari at samskifta talgilt sínámillum. Hetta gera vit m.a. við felags loysnum, standardum og skynsamari nýtslu av føroysku grundardátunum.
Almennir stovnar, kommunur og vinnan skulu kunna brúka talgildu tøknina til at veita munadyggar og nýskapandi tænastur til viðskiftafólk síni. Vit leggja dent á at menna samanhangandi og brúkaravinarligar talgildar loysnir, sum lætt og trygt geva fólki atgongd til almennar veitingar og persónligar upplýsingar. Kt-trygd og dátuvernd er sameindur partur av øllum okkara arbeiði.
Talgilding tvørtur um geirar
Í samstarvi við almenna og privata geiran miða vit eftir at menna og seta í verk talgildar loysnir, sum skapa virði fyri samfelagið sum heild.
Vit eru í góðum samstarvi við landsins kommunur, har tær kunnu skifta royndir, tilfeingi og best practice innan talgilding. Hetta hevur við sær, at kommunurnar - uttan mun til stødd - kunnu bjóða borgarum sínum tær somu brúkaravinarligu tænastur á Vanganum, so vit hava sama tænastustøði kring alt landið.
Samleikin verður brúktur sum innritan og undirskrift hjá alskyns tænastuveitarum. Tað er við at gera tað einfaldari hjá fólki, tí tey brúka ein og sama hátt hvørja ferð, og ikki skulu minnast til fleiri loyniorð. Fyri tænastuveitararnar er fyrimunurin eisini, at tað ikki er neyðugt at umsita hvør sína kt-skipan til innritan og eyðmerking.
Heildarætlanir
Talgildu Føroyar vórðu skipaðar á Gjaldstovuni í 2015, tá fyrsta heildarætlanin um talgilding av føroyska samfelagnum varð løgd fram. Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið tóku stig til arbeiðið. Frammanundan hevði eingin yvirskipað samskipan verið av talgilding í Føroyum, hóast nógv stór framstig høvdu verið, t.d. Búskaparskipan Landsins og Skattaskipanin.
Í 2022 varð nýggj heildarætlan løgd fram: Talgildingin av samfelagnum heldur fram.
Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall. Brúkaratænastan, sum hjálpir fólki við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.