Góði brúkari av Vanganum
Við at brúka Vangan góðkennir tú samstundis treytirnar fyri at brúka hann. Treytirnar standa niðanfyri í hesum skjali. Les tær væl.
Tørvar tær hjálp at (support) at brúka Vangan, kanst tú seta teg í samband við brúkaratænastuna á tlf. 1881 ella teldupost: 1881@talgildu.fo
Vinaliga Gjaldstovan
1. Stutt um Vangan
Vangin er føroysk tænasta, har talgildar tænastur hjá tænastuveitarum eru savnaðar. Ein tænastuveitari á Vanganum, er ein almennur stovnur, kommuna ella virki e.l., ið bjóðar fram sínar tænastur á Vanganum. Dømi um tænastuveitara er Tórshavnar Kommuna, Akstovan og Almannaverkið.
Vangin er persónligur og gevur atgongd til sjálvgreiðslur og innlit í egna dátur.
Vangin er atkomuligur alt samdøgnið, allar dagar í árinum.
Tað er ókeypis at brúka Vangan.
2. Tín ábyrgd
Tíni rættindi at brúka tænastur á Vanganum, er mál millum teg og einstaka tænastuveitaran, ið eigur og bjóðar tær einstøku tænastuna á Vanganum.
Tá ið tú brúkar tænastur á Vanganum, t.d. eina sjálvgreiðslu, so eru gerðir tínar bindandi á sama hátt, sum tá tú sendir umsókn við vanligum posti, ella um tú møtir upp hjá tænastuveitaranum og letur hana inn.
Tað er tín ábyrgd, at:
- geva nøktandi og rættar upplýsingar
- boða frá, um feilir eru í upplýsingum knýttar til tín brúkara
- minnast til at rita út, tá ið tú ert liðug/ur at brúka Vangan.
3. Ábyrgdaravmarking
Gjaldstovan eigur og umsitur Vangan. Gjaldstovan hevur tó onga ábyrgd av innihaldi ella vantandi innihaldi á tænastu hjá tænastuveitarum sum bjóða tær at brúka sínar tænastur og dátur á Vanganum. Dømi um hetta kunnu vera avtalur ella áminningar. Ert tú vitandi um avtalu við ávísan tænastuveitara, sum ikki stendur í kalendaranum, mást tú gera vart við teg hjá tænastuveitaranum.
3.1 Web Content Accessibility Guidelines (WCAG)
Gjaldstovan miðar eftir at lúka krøvini í WCAG. WCAG er altjóða standardur um atkomu á talgildum tænastum. WCAG, ið skal tryggja, at Vangin er brúkaravinarligur og atkomuligur fyri øll, eisini fyri lesi- og sjónveik. Gjaldstovan veitir tó ikki veita trygd fyri, at hvørt einstakt krav í WCAG er lokið.
4. Viðgerð av persónsupplýsingum
4.1 Dátuábyrgdari
Gjaldstovan eigur og umsitur Vangan. Tú kanst seta teg í samband við Gjaldstovuna viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum:
Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
160 Argir
Føroyar
+298 35 24 00
gjaldstovan@gjaldstovan.fo
Gjaldstovan er dátuábyrgdari av Mínboks á Vanganum. Allar aðrar tænastur eru tænastur frá øðrum tænastuveitarum. Hesir tænastuveitarar eru tískil dátuábyrgdarar av egnum tænastum, meðan Gjaldstovan er dátuviðgerði vegna tænastuveitarar.
Tú skalt seta teg í samband við dátuábyrgdaran, um tú hevur spurningar til viðgerð av tínum persónsupplýsingum á Vanganum.
Um Mínboks
Mínboks er sameindur partur av Vanganum. Mínboks er tín persónligi, tryggi og talgildi postkassi.
Gjaldstovan eigur og umsitur Mínboks.
Tú kanst brúka Vangan, uttan at vera brúkari av Mínboks.
Serstakar brúkstreytir eru knýttar at Mínboks, ið tú mást góðtaka, áðrenn tú kanst gerast brúkari av Mínboks. Brúkstreytirnar fyri Mínboks finnur tú á https://minboks.fo/minboks/nytslutreytir/
4.2. Tænastur, har Gjaldstovan er dátuviðgeri
Gjaldstovan er dátuviðgerði til allar aðrar tænastur á Vanganum enn Mínboks.
Tú skalt seta teg í samband við dátuábyrgdaran av einstøku tænastuni, um tú hevur spurningar til viðgerð av persónsupplýsingum knýttar til teirra tænastu.
Samskiftisupplýsingar um tænastuveitarar eru at finna á síðuni hjá hvørjum einstaka tænastuveitara á Vanganum.
4.3 Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum er at gera tað møguligt fyri teg at brúka Vangan á nøktandi hátt.
Gjaldstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært
persónsupplýsingarlógini § 9, stk. 1, nr. 5: “.. til tess at útinna almennan myndugleika, sum álagdur er dátuábyrgdaranum ella triðjapersóninum, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar útflýggjaðar ..”
persónsupplýsingarlógini § 11: “Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar.”.
4.4. Hvussu goymir Gjaldstovan tínar persónsupplýsingar
Dáturnar, ið tú sært tá ið tú ritar inn á Vangan, verða einans sýndar fram á Vanganum. Dáturnar liggja á dátugrunni hjá tænastuveitara, og verða ikki goymdar á Vanganum.
Kalendarin og Mínboks eru einastu undantøkini. Dátur í hesum tænastum verða goymdar á Vanganum.
Dáturnar í kalendaranum verða goymdar inntil tænastuveitarin, ið hevur lagt einstøku hendingina út á kalendaran, velur at strika ella broyta hesa.
Brøv í Mínboks verða ikki strikaði.
4.5 Tíni rættindi
Tú hevur sambært galdandi lóggávu ymisk rættindi í sambandi við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Set teg í samband við Gjaldstovuna, um tú ynskir at brúka tíni rættindi. Hetta kann t.d. vera:
Rættingar
Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar rættaðar.
Strika
Í ávísum førum kanst tú fáa tínar persónsupplýsingar strikaðar.
Avmarking
Um tú sært, at upplýsingar um teg fevna um meira enn krevst til at viðgera eitt ávíst mál, so hevur tú rætt at krevja, at viðgerðin av persónsupplýsingum verður avmarkað.
Tú kanst lesa nærri um tíni rættindi í persónsupplýsingarlóggávuni og á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum https://dat.fo/
4.6 Klagur
Tú kann klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja tær. Upplýsingar, um hvussu samband fæst við Dátueftirlitið, eru at finna a heimasíðuni https://dat.fo/