Virkisskrá
Ein av høvuðstættunum í Talgildu Føroyum er, at grundleggjandi dátur um Føroyar og føroyingar skulu verða tøkar, álítandi og ókeypis. Hesar nevna vit grundardátur. Í Føroyum er eingin eintýdd føroysk skrá við grundardátum um føroyskar fyritøkur, stovnar, og aðrar løgfrøðiligar eindir. TAKS og Skráseting Føroya savna nakrar upplýsingar, men neyðugt er at menna eina skrá, sum inniheldur allar grundleggjandi upplýsingar um fyritøkur og aðrar løgfrøðiligar eindir.
Eitt samt Løgting samtykti á sumri 2018 lóg um at seta á stovn eina almenna føroyska virkisskrá.
Virkisskráin fer at hava stóran týdning í Føroyum. Hon fer at geva alment gjøgnumskygni um vinnuna, um tað almenna, og um aðrar virkiseindir. Alment innlit fæst í staðseting, ábyrgdarpersónar, eigaraviðurskifti o.s.fr.
Harumframt verður tað lættari at stovna nýtt virki og at dagføra upplýsingar um virki. Hetta skal kunna gerast á einum stað. Almenna fyrisitingin á økinum verður betri samansjóðað, og tað verður lættari at lúka altjóða krøv til slíka fyrisiting.
Talgildu Føroyar leiða verkætlanina. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við Skráseting Føroya, TAKS, Hagstovuna og Gjaldstovuna, sum mynda mátan, skráin verður skipað.
Outsystems verður tøkniligi pallurin handan Virkisskránna. Hetta er eisini pallurin, sum Vangin er bygdur á.